So vóru Steso aftur við einum nýggjum sjónbanditil okkum. Hesaferð er talan er um dreymakenda lagið “Nærri at tær”.
Jenný Kragesteenvar eitt óskrivað blað á føroyska tónleikapallinum, áðrenn vit hoyrdu hanasyngja á “Nærri at tær”. Men tað var ikki nokk hjá Jenný bara at syngja. Honvildi meir. So í dag sleppa vit at upplivahana fyri fyrstu ferð innan føroyska filmslist. Tað er nevniliga Jenný, sumbæði hevur leikstjørnað, tikið upp og redigerað sjónbandið.
Upptøkurnar fórufram í Keypmannahavn, har tað eydnaðist Jenný at lokka tríggjar dugnaligarvinkonur – Mariu Krossteig Hansen, Onnu Helenu Ejdesgaard og Elsu Onnu Mohr –at hoppa, dansa og mussa á sjónbandinum.
Alt er upptikiðvið einari iPhone 5 og redigerað við iMovie… á einari gamlari Mac teldu viðbrotnum skermi.
… og so er nokksagt og skrivað. Síggj sjónbandið niðanfyri




