Tað sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í KVF eftir at Jørgen Niclasen í dag hevur stevnt sjournalistum í Kringvarpinum fyri ærumeiðing.
Tað sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í KVF eftir at Jørgen Niclasen í dag hevur stevnt sjournalistum í Kringvarpinum fyri ærumeiðing.
– Vit sum starvast sum sjournalistar kunnu ikki lata hóttanir sum kærumál og stevningar ávirka okkara arbeiði. Tí um vit lata slíkt ávirka okkum kunnu vit ikki virka og viðgera mál av týdningi.
– Eg havi ikki enn lisið stevningina sum er 25 síður og tí havi eg ikki nakra viðmerking til sjálvt innihaldi.
Landstyrismaðurin hevur valt at stevna, Dia Midjord, Liljan Weihe og Jan Lamhauge, sum øll starvast í KVF, men Liljan Weihe hevði onga viðmerking til um hesi framhaldandi sleppa at arbeiða við Tollmálinum, meðan rættarmálið koyrir í Føroyarætti.
Harafturat er Sveinur Tróndarson, fyrrverandi blaðmaður á portal.fo eisini stevndur.




