Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypafinalan setur dám á bygdarlívið í Eysturkommunu

Norðlýsið

(Finalan um Løgmanssteypið) Longu í gjárkvøldið fóru bilar við Víkinga fløggum floytandi gjøgnum bygdirnar í Eysturkommunu.

Myndin er tikin í gjárkvøldið av sendingini Víkingur live. Tað er sending, sum Per Martin Gregersen og Rúni K. Joensen skipa fyri. Sum oftast senda teir tá dystir eru, men hesa vikuna verður eyka nógv gjørt burturúr, har teir vitja onkran hvørt kvøld og senda beinleiðis. Stemningurin tykist vera í hásæti og í Eysturkommunu er vanligur siður, at bilar koyra floytandi gjøgnum bygdirnar og vakja bygdarfólkini leygarmorgunin á dystardegnum. Men í ár er hetta víðka soleiðis at longu í gjárkvøldið koyrdi bilar floytandi gjøgnum bygdirnar og hetta heldur helst fram alla vikuna.

– Vit gera eitt sindur eyka burturúr og royna at píska stemningin upp. Vit vita, at vit møta einum liði við nógvum áskoðarum, so kanska hetta ger, at nakrir fleiri áskoðarar koma við okkum, sigur Per Martin Gregersen við Norðlýsið.