Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypafinaluhugni og fyrireiking í Spinnarínum

Jákup Ósá

(Finalan um Løgmanssteypið) Heilt fitt av fólki var á gátt í Spinnarínum í kvøld, har KÍ viðhaldsfólk gera klárt til finaluna um Løgmanssteypið leygarkvøldið.

Hølini opnaðu í gjárkvøldið og sum skilst verður opið hvørt kvøld fram til og við fríggjakvøldið, ið er kvøldið fyri steypafinaluna. Øll eru vælkomin, har bannarar, fløgg o.a. verður gjørt til stóra finaludagin leygardagin. Sum skilst var heilt fitt av fólki á gátt í kvøld og eisini KVF gjørdi okkurt prát á staðnum. Fyrireikararnir siga, at ikki er neyðugt at endiliga mála ella gera fløgg, men eisini er møguleiki bara at koma inn á gólvið til ein kaffimun og eitt gott fótbóltsfinaluprát.

Steypafinaluhølini lata upp aftur hóskvøldið kl. 19.00. Inngongd er eystanfyri móti Bónus.