Formaðurin í STÍF sigur, at teirmissa nakrar royndar leikarar til komandi kappingarár,
Alexandur Johansen er formaður í hondbóltsfelagnum STÍFog hann sigur, at hjá mansliðnum verður nakað av útskifting oghelst ein nýggjur útlendskur venjari til komandi kappingarár.
– Vit eru í samráðingum viðútlendskan venjara. Men trupult er at siga, nær tað kemur uppápláss við venjara spurninginum. Annars missa vit Marius Joensen,Borgar Danielsen og Levi Nybo. Tó hava vit framvegis eina vón um,at Levi tekur eitt tørn afturat. Hann er settur sum málmansvenjari,sum ikki er eins bindandi. Síðani er ivamál um Allan Norðberg,sum kunnugt fer til Danmarkar at spæla um stutta tíð. Til hópinfáa vit tríggjar leikarar, sum hava gingið í skúla niðri. PæturJoensen, Teitur Nielsen og Pætur Johansen eru allir ungir evnaríkirleikarar, sum koma afturat. Og so kemur Eli Gærdum aftur til felagiðat kappast um málmansplássið. Annars fara vit ikki út eftirfleiri leikarum til besta mansliðið, sigur Alexandur Johansen viðNorðlýsið.
Kvinnurnar nýggjan føroyskan venjara
Tá vit koma inná kvinnuliðið sigurSTÍF formaðurin, at tær fáa nýggjan føroyskan venjara,
– Tað er komið uppá pláss, menonkrir smálutir mangla í til vit kunnu kunngera nýggja venjaranhjá kvinnuliðnum. Talan er um ein føroying. Annars missir liðiðmálverjan Ingunn Mørkøre og tí eru vit úti eftir at fáa einnýggjan málverja. Har hyggja vit uttanlands, men tað er ikki lættat fáa fatur í tí rætta, men tað hevði verið stuttligt, um vitfingu ein góðan útlendskan málverja. Annars verður hópurin tannsami sum í fjør, sigur Alexandur Johansen at enda.




