Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stíf – Stjørnan 23-30 (15-15)

Oliver Joensen

Stjørnan fekk sína sak fyri ímóti Stíf leygardagin. Sjálvt um Stjørnan møtti við sterkari uppstilling á pappírinum, so var strævi at hála sigurin heim.

Stíf vísti beinan vegin, at tær ætlaðu at geva alt tær áttu, nú tær hava  verið í einum góðum stima og vunni fleiri dystir.
Stíf byrjaði eisini við at leggja seg framum, og tá komið var til hálvleiks var støðan 15-15.
Stjørnuáskoðararnir sótu sum á nálum í seinna hálvleiki, tí Stíf byrjaðu har tær sleptu í fyrra og spælið hjá Stjørnuni hekk framvegis ikki saman og serliga var tað verjan, ið var sera opin. Tá umleið 13 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var støðan 20-21 til Stjørnuna.
Men tá venjarin valdi at seta Duritu Ljósstein inn, broyttist støðan. Durita skoraði eini trý fýra mál beinanvegin hon kom inn og tá kom meira skil á Stjørnuspælið.
Dysturin endaði við einum 30 -23 sigri til Stjørnuna.