Í dag hevur Klaksvíkar Sløkkilið vitjan av tveimum serkønum monnum frá RK (Ringe Karosseri), sum í dag eina mest gongur undir navninum, Brand og Teknik.
Ringe liggur beint sunnanfyri Odense, har ein av teimum stóru fyritøkum í Danmark, sum byggir upp sløkkiliðsbilar av ymsum slag, liggur.
Stigabilurin røkkur 30 m og hevur hann stóra kurv við nógvari ymiskari útgerð. Til ber eisini at hava eina børu í kurvini. Har eru el-úttøk við ymsum spenningi og sjálvandi eisini ein serstøk vatnkanón, sum røkkur rættiliga langt.
Í dag fáa nakrur “serbrúkara” hjá sløkkiliðnum holla venjing og undurvísing í teimum ymisku førleikunum, bilurin hevur at bjóða. Eisini skulu teir duga at handfara allarmar og feilmeldingar, tær ymsu skipanirnar kunnu koma við.
Í morgin verður so ein venjing fyri alt sløkkiliðið, so allir hava eina og somu “almenna” vitan og førleikar at brúka stigabilin – Eitt heppið amboð, sum kann rættiliga nógv.
Til ber eins væl á sløttum at stýra kranan og útgerðina í kurvini við fjarstýrara, ella tú velur at vera í kurvini uppi í hæddunum. Kurvin rúmar fimm manns.
Í kurvini er serliga gott ljós og vevkamera, sum tú kanst kunna teg við, fyri betur at vita, hvussu tú skal fara til verk við ymsu uppgávurnar.
Klaksvíkar býrað samtykti í 2021 at keypa nýggjan stigabil til tilbúgvingina í Norðoyggjum. Samlaði kostnaðurin fyri stigabilin er í alt 5,6 mió., sum tó verður lutaður millum hinar kommunurnar í Norðoyggjum, har parturin hjá Klaksvíkar kommunu er 4,7 mió.



























