Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stigtakararnir: Burðardygg kommunuætlan skal seta kósina

Jóhann Lützen

Intentiónin hjá okkum er eitt floksfrítt býráð, sigur Jógvan Andrias Joensen annar av fyrireikarunum við Norðlýsið

Fyrrapartin bórust tíðindini at til býráðsvalið 10. november verður alt ikki eins og tað hevur verið. Floksfrí uppstilling er á veg og fyrireikararnir ætla at stremba eftir einari burðardyggari kommunuætlan. 

Stigtakarar eru Jógvan Andrias Joensen og Herborg Hansen.

Jógvan Andrias Joensen er kendur úr mentanarumhvørvinum í Klaksvík. Hann er til dagligt leiðari í Leikalund og Spaniastovu 

Herborg Hansen er kend úr talvumhvørvinum og telist hon millum fremstu kvinnuligu telvarar í Føroyum. 

Tey boðað altso til fundar mikukvøldið kl. 20.00 í Miðstovu um floksfría uppstilling.