Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stígurin í føroyska búskapinum heldur áfram

John William Joensen

Fyrireikingar til løgtingsfíggjarlógina fyri 2006 eru nú farnar í gongd, og í hesum sambandi hevur Landsbanki Føroya gjørt meting og framskriving av føroyska búskapinum fyri árini 2005 og 2006.

Samanumtikið kann staðfestast, at tann stígur, ið hevur verið í føroyska búskapinum síðan 2002, heldur áfram komandi tvey árini. Enn eru ongi tekin um stórvegis búskaparvøkstur. Hinvegin er mest sannlíka gongdin í føroyska búskapinum fyri 2005 ein lítil vøkstur í BTÚ á 0,7% og eitt fall í lønarútgjaldinum á 1,5%. Í 2006 er sannlíkt við einum vøkstri í BTÚ á gott 1% og ein vøkstur í lønarútgjaldinum á smá 1%. Talan er sostatt um ein lítlan vøkstur í leypandi prísum. Verður talan um prísvøkstur á meira enn 1%, kann tí væntast ein verulig (real) minking í føroyska búskapinum bæði í 2005 og í 2006.

Framskriving landsbankans er gjørd við støði í búskaparmyndli landsbankans, og ítøkiligum metingum um fyritreytir fyri árini 2005 og 2006. Fyritreytirnar eru gjørdar við støði í tøkum hagtalstilfari og greiningum av búskaparligum viðurskiftum. Eisini eru vinnur og stovnar hoyrd, og eru harvið partar av grundarlagnum undir metingunum.

Framskrivingin av føroyska búskapinum umfatar eina miðal framtíðarímynd fyri 2005, meðan tað fyri 2006 – eitt nú vegna størri óvissu – eru gjørdar tríggjar ymsar framtíðarímyndir – miðal ímynd, betra føri og verra føri.

Búskaparmetingin staðfestir, at tað er virksemið í vinnum, sum í størstan mun liva av innlendis eftirspurningi, saman við tí almenna, ið toga føroyska búskapin positiva vegin, meðan vinnur, sum í størstan mun liva av útlendskum eftirspurningi toga negativa vegin.

Útflutningsvinnurnar hava sum heild verið fyri afturgongd í 2004, og eru varandi trupulleikar eitt nú í fiskavirking á landi og í rækjuvinnuni. Tað er ikki væntandi, at trupulleikarnir hjá fiskavirkjunum og rækjuvinnuni gerast minni í framtíðini – og vil eitt nú vinnulívsstudningur bert útseta tørvin á tillaging í hesum vinnum. Hinvegin náddi framleiðsluvirðið og negativa virðisøkingin í alivinnuni botnin í 2003/2004, og fer alivinnan í 2005 og 2006 aftur at hava positiva virðisøking og ávirkan á føroyska búskapin.

Tað avgerandi fyri búskaparligari framgongd komandi árini verða evnini hjá føroysku vinnuni at tillaga seg til broyttu altjóða marknaðarfyritreytirnar. Hesum eigur tað almenna ikki at leggja forðingar í vegin fyri, við – t.d. vinnulívsstudningi – at eggja til at útseta neyðugar tillagingar.