SF: Fyrireikararnir á kampingøkinum hava – sum vera mann – úr at gera í dag. Tað er ikki bara, bara at fáa allar kampingvognarnar upp á pláss. Men luttakararnir eru lættir at fáast við. Tað ger sjálvandi alt nógv lættari.

Fólk í appelsingulum jakkum á kampingøkinum peika og fáa alt at ganga upp í eina hægri eind á Vágni í dag. Á tann umvenda verð, fyrr lógu trolarar, sluppir og bátar annars fyri teym á Vágni; nú snýr alt seg um húsvognar. Jú tað er eisini hugnaligt.
Tað er streymað inn við húsvognum síðani á middegi og væl hevur gingið at fáa húsvognarnar á “rætt kjøl.”
Fyrireikingararbeiðið er ein týdningarmikil liður í hesum. Alt økið er strikað av, so at fólk hava einki at ivast í, tá ið tey skulu stilla sær húsvognin.
Enn er stríður streymur av kampingvognum inn á økið, men tað fer at laka hvørja løtu, tí tað fækkast við plássum.