Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjóraskifti á landsins elsta miðli

John William Joensen

Høvuðsstaðarpressan spíðlar seg út í hesum døgum og serstakliga í blaðheiminum er kappingin hørð. Dimmalætting hevur í hesum døgum fingið nýggjan blaðstjóra, og við nýggja blaðstjóranum hevur Dimma helst valt nýggja kós.

Bløðini í høvuðsstaðnum dáma at kalla seg fyri landsbløð. Men í roynd og veru hava tey øll hildið seg tætt uppat lesarunum og vinnuni í høvuðsstaðnum, soleiðis at fyri okkum, sum aðrastaðni búgva hevur orðið høvuðsstaðarpressan verið meira beinrakið enn orðið landsbløð.

Bara fyri at taka eitt tað seinasta dømið, so valdi eitt av ”landsbløðunum” nú um dagarnar at koma út við stórari yvirskrift sum segði ”Katastrofa”.

Orsøkin til hesa katastrofu var, at B71 hevði vunnið 3-0 á HB í Havn. Valla mundu sandoyingar hava lætt við at fáa eygað á nakra katastrofu í hesum samanhanginum.

Samuelsensmenninir hava í eitt langt áramál sitið tryggir í blaðstjórasessinum á Dimmalætting, og serliga minnast vit kringa pennin hjá G. L. Samuelsen. Sjálvt um hann í mong ár skrivaði á donskum, so var altíð stuttligt at lesa hansara íkast, um ein so var samdur ella ósamdur.

Minnist at hann einaferð í leiðara sínum skrivaði um fiskiskap og um viðurskiftini kring Rock All og á Lúsabankanum og nágreiniliga lýsti tvørleikarnar við at royna har.

Tá høvi beyðst at spyrja hann nøkur ár seinni, um hann hevði verið nógv ár til skips, var ein ikki sørt bilsin yvir svarið ein fekk: ”Eg havi ongantíð pissa í saltan sjógv”.

Slíkar gávur mugu helst vera ríkar hjá einum blaðmanni at hava, at kunna liva seg inn í viðurskifti, ið ein frammanundan als onki innlit hevði í.

Hvussu Árni Gregersen fer at roynast á Dimmu fer tíðin at vísa okkum. Men vit fara her at ynskja honum góðan byr í nýggja sessinum og samstundis vælafturkomnum av flatlondum.

Onki er at ivast í, at Árni hevur eitthvørt at læra frá sær, nú hann er so gamalur í vinnuni, og samstundis hevur roynt seg í eitt langt áramál uttanlanda.

Flestu aðrir hava bert verið niðri og vent á blaðmannaskúla ella øðrum skúlum, og eru síðani komnir heimaftur í dunnuhylin, og kanska hevur hetta gjørt at føroyska pressan er heldur snævurskygd, og kanska tí hava vit bert lokalbløð í Føroyum og onki landsblað.

Men sjálvandi, maðurin skal sjálvur sleppa at prógva at dugur er í honum enn, sjálvt um hárini eru farin at gránað og eisini sjálvt um tað var hann, ið gjørdi at føroyameistaraheitið glapp okkum í Klaksvík av hondum í 1971, hetta raktið so meint, at sjálvt um KÍ gjørdist meistari árið eftir, so kom liðið ikki fyri seg aftur fyrr enn í 1991.

Skemtið til síðst bert fyri at lýsa, at nýggi blaðstjórin á Dimmalætting hevur sett spor eftir sær har hann hevur verið, og helst eisini okkurt á Bornholm, har hann og familjan hava búleikast nú í mong ár.

Vit fara við hesum at ynskja Árna hjartaliga tillukku við nýggja starvinum og vælkomnan aftur í føroyska blaðheimin. Vónandi hevur tú eitthvørt í lastini, sum kann vera við til at lyfta føroyska blaðheimin á eitt enn hægri støði.

Norðlýsið