Síðani sjúkrahúsini fingu felags leiðslu, hevur ivi valdað um hvønn status stjórarnir á sjúkrahúsunum høvdu í mun til hvønn annan. Var talan um tríggjar stjórar á jøvnum føti, ella var tann, ið hevði heitið “forstjóri” umframt, omanfyri hinar báðar? Kaj Leo Holm Johannesen hevur nú skorið ígjøgnum og ger greitt, at talan er um eitt hierarki, har stjórin á Landssjúkrahúsinum er omanfyri hinar báðar.
Í svarinum til teir fýra tingmenninar, ið eru Frimodt Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Jákup Mikkelsen og Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, sigur heilsumálaráðharrin soleiðis:
“Ovasta leiðsla er sostatt skipað við einum forstjóra og tveimum stjórum, og er tað forstjórin, sum hevur seinasta orðið, tá talan er um tvístøður.”
og
“Stjórarnir á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi vísa til forstjóran”.
Hetta kann illa lesast sum annað enn, at hóast bæði stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi og stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi draga eina línu, so kann stjórin á Landssjúkrahúsinum “yvirrula” hinar báðar, um hann er ósamdur.
Hetta gav serliga at bíta fyrr í vár, tá stjórin á Landssjúkrahúsinum í leiðslukunningarskipanini varð settur at vera leiðari av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tann broytingin varð rullað aftur innanfyri 24 tímar vegna ógvusliga mótstøðu úr bæði Suðuroynni og Norðoyggjum, men í svarinum frá heilsumálaráðharranum verður tað staðfest, at Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum er omanfyri Alexandru á Dul, stjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Talan er soleiðis ikki um eitt leiðslutoymi við trimum stjórum á jøvnum føti, sum fleiri hava hildið, men um eina stigskipan, har Hans Pauli Henryson og Alexandra á Dul eru á jøvnum føti og hava Steinar Eirikstoft omanfyri seg.



