Tá dómarin í Føroya Rætti kom við lemjandi niðurstøðu síni í Tollmálinum var tað ein dyggur frammaná hjá Kringvarpi Føroya. Men tað – eftir øllum atdøma – óvæntaða tapið fyri Jørgen Niclasen í rættinum er ikki tað ringasta. Tað ringasta er, at stjórin við síni atferð drepur alt journalistiskt virkisfýsi, skrivar Høgni í Jákupsstovu í bloggi á sínari heimasíðu í dag.
Tíðindadeildin í Kringvarpi Føroya hevur seinnu árini lagt á ein meiri kritiskan bógv – serliga í dokumentarsendingunum hjá Jan Lamhauge. Við einum áræði og sansi fyri detaljum hava Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam framleitt eina røð av neyðugum og týdningarmiklum sendingum.
Les meir á heimasíðuni HER




