Leiðslan í KVF hevur í Føroyarætti fingið dóm fyri at hava sett fram ákærur uttan dokumentatión. Stýrið fyri KVF hevur álagt stjóranum ”at taka neyðug stig fyri at endurreisa álitið á stovnin” men hetta verður av mongum tulka sum ein roynd hjá stýrinum at sleppa undan at viðgera tað sum er kjarnan í málinum.
Leiðslan í KVF hevur í Føroyarætti fingið dóm fyri at hava sett fram ákærur uttan dokumentatión. Stýrið fyri KVF hevur álagt stjóranum ”at taka neyðug stig fyri at endurreisa álitið á stovnin” men hetta verður av mongum tulka sum ein roynd hjá stýrinum at sleppa undan at viðgera tað sum er kjarnan í málinum.
Vit hava áður víst á hvussu náðileysur dómurin í Føroyarætti er fyri tíðindadeildina hjá KVF har skrivað stendur at KVF hevur sett fram ákærur sum stovnurin ikki hevði dokumentatión fyri. Hann slær fast at KVF hevði dokumentatión áðrenn sendingarnar vóru framleiddar sum vístu at ákærurnar vóru grundarleysar.
Men dómurin tykist ikki rína við í Sortudíki og spurningurin er um leiðslan er før fyri at broyta kós, tí ”dramatiski” viðgerðarhátturin av ”tollmálinum” er ikki eitt undantak, men er í dag eitt eyðkenni fyri KVF.
Politisku flokkarnir leggja í løtuni seinastu hond á eina nýskipan av fiskivinnuni, har m.a. ætlanin er at taka meira pengar úr fiskivinnuni beinleiðis inn í landskassan. Orðaskifti um hendan týðandi reformin er nógv ávirkað av at Kringvarpsfólk í tríggjar vikur settu ”ljós” á fiskivinnuna har hyggjarar kring landið fingu tað fatan at manningar í nótaflotanum forvunnu meira enn læknarnir á Landssjúkrahúsinum og at familjan hjá landsstýrismanninum beinleiðis fekk ágóða av verandi skipan. KVF brúkti ein stíl sum vit nærum bert kenna frá ”Se og Hør” og Ekstrabladet, tá fortalt bleiv fyri Føroya fólki at sonur fiskimálaráðharran’s hevði tjans við einum skipið hjá Varðanum í Gøtu og samstundis vóru myndir vístar av honum sitandi við i-pad í messuni, saman við øðrum skipsmonnum. Endamálið við dramatiska innslagnum var eyðsýnt.
At KVF í dag hevur trupult at halda fótafesti kom serliga til sjóndar tá stovnurin í umrøddu sendingum – uttan dokumentatión ákærdi, Jacob Vestergaard, fyri at hava útskrivað royndarloyvi til bygdafólk síni! Her noyddist KVF at viðurkenna at ”feilur” var gjørdur.
Føroyarættur slær fast ….Heroverfor står, den omstændighed, at sagsøger, Jørgen Niclasen, på linje med enhver anden borger, ikke skal leve med i massemedier at blive sigtet for væsentligt strafbare forhold, når sådanne beskyldninger – som tilfældet er i denne sag – er dækningsløse. Dette gælder i særdeleshed, når de personer, der har fremsat sigtelserne, fra begyndelsen af har været i besiddelse af op- lysninger fra politiet, der fastslog, at der ikke var muligt, at godtgøre noget strafbart forhold….
Tað er eitt sera stórt álit sum stýrið fyri KVF hevur valt at vísa leiðsluni í KVF sum hevur ábyrgd av tí iva og ófriði sum í løtuni er um stovnin. At sama leiðsla skal verða før fyri at broyta kós man verða ivasamt.
Suspendering av tíðindafólkum meðan málið verður roynt í Landsrættinum gevur bert meining um stjórin eisini suspenderar seg sjálvan.
Hvør skal rinda fyri sakarmálið er ikki ein einfaldur spurningur tá støðan er sum í hesum málinum at stjórin sjálvur eisini er dømdur, og tí beinleiðis partur av málinum.
Spurningurin er um leiðslan í løtuni roynir at keypa sær stundir og krossar fingrar fyri at landsrættardómurin ikki verður eins greiður og tí sær ein møguleika at sleppa undan at taka støðu nakað sum helst.
NORÐLÝSIÐ var á rættari leið!
Í mai mánaða í fjør skrivaðu vit okkara niðurstøðu í tollmálinum og var hon fult í tráð við dómin sum nú fyriliggur og kann lesast her “Kringvarpið gruggar tollmálið”




