Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjórin í North Pelagic: Ræðandi manipulatión

Helgi Abrahamsen

”So var eitt av fótfólkunum hjá Tjóðveldisflokkinum frammi í skónum, við einari lunkaðari kenslubornari grein um legalitetin at taka Fólkaræðislig atlit. Jú gaman í; her kann eg ikki verða meira enn samdur,” skrivar Pól Huus Sólstein í eini viðmerking á facebook.

”So var eitt av fótfólkunum hjá Tjóðveldisflokkinum frammi í skónum, við einari lunkaðari kenslubornari grein um legalitetin at taka Fólkaræðislig atlit. Jú gaman í; her kann eg ikki verða meira enn samdur,” skrivar Pól Huus Sólstein í eini viðmerking á facebook. Men so leggur hann afturat:

”Men hvat vil hetta siga? Er tað fólkaræðislig atlit at taka, tá LANDSSTÝRISMAÐURIN í fiskivinnumálum sigur at hetta ongar avleiðingar fær, og at hetta ikki hevur niðurlaðing við sær í Norðoyggjum, samstundis sum eg havi víst á (og hetta er eftirkannað hjá Vørn) at hetta er so? Hetta er í mínari verð ræðandi manipulatión, og ein neyðtøka av fólkaræðinum. HETTA ER JÚST TAÐ ØVUGTA AV FÓLKARÆÐI,” skrivar Pól Huus Sólstein.

”Og so er tingmaðurin og framsøgumaðurin í fiskivinnumálum firtin um, at hetta málið ikki verður sakliga og grundiga viðgjørt. Skal svara fyri meg hesum viðvíkjandi: Hetta er ikki propaganda ella nøkur hóttan ella nøkur dómadagsprofeti. Hetta er ísakøld fakta, uttan nakra manipulatión. Eg eri norðoyingur og klaksvíkingur, hóast eg ikki havi verið búsettur her í skjótt 30 ár, so eri eg góður við Klaksvíkina og tað fólki sum her býr. Og tá eg síggi at hetta fer at hava neiligar avleiðingar við sær, so skal hvørki Ingolf Olsen ella nakar annar verða firtin av mínari fatan og mínari staðfesting, uttan at koma við einari sakligari mótsøgn,” skrivar hann.

”Og tað er tað vit ynskja; faktuelt at tora at standa við tað sum fyriliggur og hvat vit meina. Tað er ein lúsa óskikkur í politikki ikki at seta seg væl inní tað sum hevur avleiðingar, tí avleiðingarnar koma. Havi sagt tað fyrr, og vil endurtaka tað enn einaferð: TAÐ SUM TÚ SIGUR SUM POLITIKARI SKALT TÚ TORA AT STANDA VIÐ, OG GERA TAÐ TÚ SIGUR,” skrivar Pól Huus Sólstein.

Harleyfacadeacryl