Norðlýsið bað stjóran í SPEKT, Finnbjørn Zachariassen, um viðmerkingar til grein har Norðlýsið kundi avdúka, at SPEKT sum grannskoðari hjá Eik (sambært Kringvarpinum hevði ávarað leiðslu og nevnd bankans ímóti at gera krav uppá stóra og nógv umrødda skattafrádráttin) eisini í brævið til nevndina hevði tikið æruna av at TAKS hevði játta bankanum nevnda skattafrádráttin.

Sostatt hevur SPEKT, sum grannskoðari bankans, fyrst mælt bankanum til at sett seg í samband við TAKS og byrjað eina tilgongd um at fáa játta ein skattalætta, fyri síðani at venda 180 gradir og sambært umboðsmanninum hjá Fíggjarligum Støðufesti, Jørn Astrup Hansen ávara og sett seg harðliga ímóti at bankin fekk sama frádráttin.
Grein og Dokumentatión kann síggjast her
Onga viðmerking
Eftir umhugsunartíð, svarar stjórin í SPEKT, Finnbjørn Zachariasen, í morgun í telduposti til Norðlýsið:
– Tað er nógv vit kundu viðmerkt/rættleitt í nevndu grein, men ikki tær at siga, so hava vit tagnarskyldu, og kunnu tí ikki úttala okkum.
Sostatt hevur nógv umrødda grannskoðaravirkið onga viðmerking, til at tilmælini frá teimum í størsta skattamálinum í Føroya søgu, hava verið sólina runt.
LES EISINI: