Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjórin leggur starvið frá sær

Oliver Joensen

Ósemja við nevndina í Smyril Line ger, at stjórin, Thomas Magnussen nú leggur frá sær.

Stjórin í Smyril Line, Thomas Magnussen, hevur sett fram ynski um at leggja starvið frá sær, og nevndin í reiðarínum hevur eftirlíkað ynskinum. Nevnd og stjóri eru ikki longur á einum máli um, hvussu felagið skal rekast frameftir, og tí er semja um, at stjórin leggur frá sær

Stjórnarskifti verður í Smyril Line í næstum. Tað er greitt, eftir at stjórin seinnu árini, Thomas Magnussen, í samráð við nevndina hevur tikið avgerð um at leggja starvið frá sær.

Orsøkin er í stuttum, at nevnd og stjórn ikki longur eru samd um leistin, felagið skal rekast eftir komandi árini.

”Tað er harmiligt, at henda støðan er íkomin”, sigur Andras Róin, nevndarformaður, sum upplýsir, at nýggjur stjóri verður settur í næstum.

Gongdin hjá Smyril Line er sera positiv. Felagið hevur vent einari óhepnari fíggjarligari gongd, og útlitini eru nú bjartari enn valla nakrantíð áður.

”Fráfarandi stjórin eigur sín stóra part av betraða úrslitinum”, staðfestir Andras Róin, nevndarformaður.

Thomas Magnussen hevur verið stjóri í Smyril Line síðani 1. desember 2005. Frammanundan var hann nevndarformaður í felagnum.