icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjórin skal búgva í Havn

Helgi Abrahamsen

Um tú ætlar tær at verða stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, so mást tú búgva í Havn.

Um tú ætlar tær at verða stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, so mást tú búgva í Havn.

Útvarpið hjá Kringvarpinum segði í tíðindunum leygardagin, at nevndin fyri Tryggingarsamtakið leitar eftir nýggjum stjóra fyri Regin Hammer, sum fór úr starvinum fyrr í summar.

Lars Bonde, nevndarformaður í Tryggingarsamtakinum, segði við Kringvarpið, at ætlanin er, at ein nýggjur stjóri skal verða settur í seinasta lagið fyrst í oktober.

Leitað verður bæði í Føroyum og uttanlands eftir einum stjóra, og hugt verður fyrst og fremst eftir einum skikkaðum føroyingi.

Tíðindainnslagið endaði við orðunum: ”Viðkomandi skal búgva í Havn, tá hann tekur við.”