Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stjørnan á útivølli vann trygt á Stíf

Oliver Joensen

Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var, tá Stjørnan í dag vitjaði StÍF

Stjørnan tók leiðsluna beinanvegin, og grundarlagið fyri sigrinum bleiv lagt í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 14-5 til Stjørnuna.

Tað gekk javnari á í seinna hálvleiki. Venjarin hjá Stjørnuni skifti nógv út í seinna hálvleiki, og gav ungun leikarum sum Óluvu Joensen, Moniku Jacobsen, Katrin Berholdsen og Mary Heimustovu rímiliga spælitíð. Endaliga úrslitið gjørdsit ein greiður 34-24 sigur til Stjørnuna.

Málsjúttar hjá Stjørnuni: Sonja Sirdal 7, Tóra Eliasen 6, Mina Sirdal 6, Monika Jacobsen 4, Katrin Bertholdsen 3, Kristina Poulsen 3, Judith Dam-Jacobsen 2, Mary Heimustovu 2 og Óluva Joensen 1