Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan aftur í kvøld á meistarakós

Oliver Joensen

Í dystinum í kvøld vann Stjørnan stórsigur á Kyndli, hóast Kyndilliðið var fullmannað. Stjørnan vann heili 40-18.

Dysturin í kvøld ímillum Stjørnuna og Kyndil vísti enn einaferð munin á liðunum í bestu kvinnudeildini í hondbólti.
Longu frá byrjan legði Stjørnan seg á odda og økti bert um leiðsluna allan fyrra hálvleik. Tá dómarin bríkslaði fyrra hálvleikin at vera av, var støðan 23-4 til Stjørnuna.
Venjarin valdi tá at loyva teim ungu stjørnuskotunum inn á vøllin at royna seg og Stjørnan helt áfram har hon slepti, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 40-18.
Nevnast skal eisini, at Stjørnan royndi ein nýggjan málmann. Jancy Joensen kom inn í málið, og hon byrjaði við at taka eitt straffi frá Lotte Sørensen.
Stjørnan var ikki fulmannað til dystin, við tað at Annika Johansen var leikbannað.