Stjørnukvinnurnar hava í kvøld verið á Skála og leikt móti StÍF. Úrsitið gjørdist ein sigur til Stjørnuna uppá 20-17
Dysturin var merktur av tveimum vælskipaðum verjum, meðan tað var meir bit í álopinum hjá Stjørnuni.
Stjørnan legði hart út. Tað var nógv ferð yvir spælinum, og leikarnir fluttu seg væl fyri hvørjum øðrum. Hetta gav fleiri væl gjøgnumspældar málmøguleikar. Verjan var eisini vælskipað, og tað gjørdi, at StÍF hevði trupult við at koma til rættiligar málmøguleikar. At Raluka í stjørnumálinum enn einaferð hevði góðan dag, gjørdi uppgávuna hjá StÍF ikki lættari.
Stjørnan tók leiðsluna beinavegin, og hevði leiðsluna allan dystin. Tá fyrrihálvleikur var hálvrunnin, var støðan 8-3 til Stjørnuna. StÍF fekk minkað nakað um munin áðrenn hávlleik, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 12-8 til Stjørnuna.
Seinna hálvleik gekk meira javnt á, tó fekk Stjørnan økt nakað um leiðsluna, men StÍF fekk nøkur skjót mál móti endanum av dystinum, men sigurin hjá Stjørnuni var ongantíð í vanda.
Í dystinum suðuri í Vági seinasta sunnudag var tað 16 ára gamla Tóra Eliasen sum var tann stóri spælarin hjá Stjørnuni. Í kvøld var var tað 17 ára gamla Jansy Jacobsen sum leikti ein góðan dyst fyri Stjørnuna. Hon gjørdist toppskjútti við 6 málum.
Næsti dysti hjá Stjørnuni verður komandi sunnudag á heimavølli móti VÍF.
Málskjúttar hjá Stjørnuni í kvøld: Jancy Jacobsen 6 mál, Jórun Nielsen 3, Marta Beljic 3, Durita Thomsen 3, Tóra Eliasen 2, Nada 1, Kristina Poulsen 1 og Hervør Olsen 1.




