og sendið VB suður aftur til Vágs við einum 10 máls tapi. Munur var á liðunum og Stjørnan vann dystin 30-20 og er til reiðar til finaluna.
So er Stjørnan klár til finaluna. Dysturin ídag, líktist fyrra dystinum í Vági. Tað var VB, sum kom betur frá byrjan og ikki fyrr enn um hálvan fyrra hálvleik, kom Stjørnan framum, men tá fór eisini rættuliga at bragda og Stjørnan sýndi, at tað var klassamunur á liðunum. Hálvleiksstøðan gjørdist 16-10 til Stjørnuna.
Men byrjanin av fyrra hálvleiki var eisini løk hjá stjørnuni, tí til 10 minuttir vóru eftir at leika, megnaði VB støðugt at minka um munin, soleiðis at støðan var 24 19 í 22. minutti.
Men so tók Stjørnan seg um reiggj og munurin gjørdist alsamt størri til endaligu støðuna 30-20 til Stjørnuna.
Sostatt hevur Stjørnan vunni hálvfinaluna við einum málmuni uppá 19 mál.
Tilukku við tíð, og góða eydnu í finaluni.




