Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan bleiktraði leygardagin

Oliver Joensen

Tað var sannur rómur í Klaksvík leygarkvøldið, tá Stjørnan kom aftur úr Vági sum føroyameistarar og harafturat steypavinnarar 2004. Stjørnan stóð á øllum, sjálvt á bussinum.

Til dystin suðuri í Vági, hevði Stjørnan skipa fyri ókeypis bussferð. Andrias Poulsen, bussførari úr Gøtu, sum hevur verið trúgvur fluttningsstjóri hjá Stjørnuni allan vetur, lat heldur ikki fara framvið, at lið hansara var vorðið føroyameistari. Tá kvinnuliðið hjá Stjørnuni, saman við áskoðarum kom norðuraftur til Havnar og í land av Smyrli, stóð bussurin hjá Andriasi fyri okkum við lýsandi skelti sum segði at hetta var "Stjørnan".
Hóast møði av dysti og langari ferðing, so var lagið óført allan vegin norður til Lorvíkar.
Á lorvíkskaj, koyrdi Andrias ein "heppitúr" runt um bilarnar, sum stóðu og bíðaðu eftir Dúgvuni og hetta gjørdi at óførur rómur eisini bleiv í Lorvík.
Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, ið var ein av teimum, sum bíðaðu, nýtti høvið at koma inn í bussin hjá Stjørnuni, fekk eina mikrofon og brúkti høvið at takka Stjørnuni fyri frálíka avrikið í vetur.
Hóast Andrias hevði lovað Stjørnuni, at um tær blivu meistarar, so skuldi hann koma yvirum við bussinum og koyra sigurskoyring kring um í Klaksvík, so tordi hann ikki tað leygarkvøldið, orsakað av streykuvandanum.
Tá Dúgvan kom inn eftir vánni í Klaksvík, var stórur fagnaður. Longu norðuri á Kósabrúnni hoyrdist hurraróp og bilfloytur og heimi á ferjuleguni var stúgvandi fult av fólki samankomið og nógv fýrverk.
Hóast tað regnaði illa, so fór øll mannfjøldin við hornorkestri og Stjørnuni á odda til gongu niðan í ítróttarhøllina, har eisini var móttøka, fyrst uttanfyri við fýrverki og síðani inni, har formaðurin í Mentanarnevndini Jórun Høgnesen segði nøkur vælvald orð.
Ein fegin formaður, Kristoffer Ragnarsson hevði eisini orðið og takkaði fyri stuðulin til Stjørnuna í vetur og hann boðaði frá, at eftir seinasta dystin komandi vikuskiftið, væntaði hann at síggja allar klaksvíkingar í KÍ-høllini, tí tá fór Stjørnan rættuliga at gera burturúr megnar avrikinum í vetur.