Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stjørnan fer úr Klaksvíkar Ítróttarfelag 

Stjørnan

Á eyka aðalfundinum ið var á loftinum í KÍ høllini 12. septembur. Var ynski sett fram frá Stjørnuni um at taka seg úr Klaksvíkar Ítróttarfelag, við tí endamál at stovna sjálvstøðugt felag fyri hondbóltin.

 

Á aðalfundinum gekk hetta ynski á møti, soleiðis at Stjørnan verður strikað í viðtøkunum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Av tí verður lýst við stovnandi aðalfundi hjá Stjørnuni tann 03.10.2022 kl. 20:00 í einum av skúlastovunum inni í KÍ-høllini. Á skránni eru tær nýggju viðtøkurnar fyri hondbóltsfelagið Stjørnuna og val av nevnd, stjørnan bjóðar kaffi og okkurt søtt eftir fundin.

Til ber at gerast hvílandi limir á fundinum og er kostnaðurin fyri at gerast hvílandi limur er 200 kr. Øll eru hjartaliga vælkomin á stovnandi aðalfundin.

Harleywoodpaint