1. kvinnulið hjá Stjørnuni í hondbólti hevur fyrireika seg væl til veturin og eitt klípið í fyrireikingunum er ein nýggjur bilur.
Tað hevur altíð verið trupult at fingið leikarar aðrastaðni frá at leika við ítróttarfeløgum í Klaksvík, hóast tað onkuntíð hevur eydnast. Men Stjørnan hevur útvega sær tríggjar leikarar aðrastaðni frá, og fyri at minka um útreiðslurnar av ferðing, hevur Stjørnan saman við sponsorum útvega sær ein nýggjan bil frá Norðbil og Nordcar.
Umframt Norðbil hava Føroya Banki og Trygd, sum eru høvuðssponsorar hjá Stjørnuni og Shell og smyril Line luttikið í útveganini av bilinum.
Ingvi Ragnarsson sigur, at bilurin er ætlaður millum annað teimum trimum, Joan, Alinu og Fríðu at koma til venjingar í, umframt at bilurin verður nýttur til onnur endamál hjá Stjørnuni.




