Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan fingið nýggja nevnd

Oliver Joensen

Í tí samanhangi bjóðar nýggja nevndin øllum spælarum, gomlum sum nýggjum, stuðlum og áskoðarum at heilsa uppá nevndina í annaðkvøld, týskvøldið kl. 20.00. Inngongd, sunnasta hurð niðanfyri í KÍ-høllini.

Síðani Kristoffur Ragnarsson hevur lagt frá sær, hevur verið arbeitt við at savna eina nýggja nevnd, og í kvøld, mánakvøldið bleiv so nýggja nevndin skipað sum niðanfyri:

Jastrid Gullaksen, forkvinna,

Hanna Brandal, næstforkvinna,

Símun Gullaksen, kassameistari,

Una Váðklett, nevndarlimur,

Anna Kristina Samson, nevndarlimur

Jákup Mikkelsen, nevndarlimur og

Oliver Joensen, nevndarlimur.

Nevndin avgjørdi at hava eina móttøku týskvøldið 6. september kl. 20.00.

“Vit vilja gjarna síggja so mong sum gjørligt til móttøkuna. Ikki minst hevði verið áhugavert at sæð so mangar eldri stjørnuleikarar sum gjørligt, afturat teimum, sum í dag leika við felagnum og ikki minst at allir klaksvíkingar, ið so dúgliga hava stuðla felagnum í gjøgnum tjúkt og tunt, hevði verið hugaligt hjá okkum at sæð í annaðkvøld.”