29 ára gamla Lise Hjort Hansen, sum m.a. hevur verið málveri í fremstu donsku deildini, skal sunnudagin verja málið hjá Sjørnuni
Hon hevur spælt við m.a. Esbjerg og Hvidborg.
Henrik Gerter, venjari hjá Stjørnuni, bjóðar málverjanum væl komnum og hon verður við tá Stjørnan spælir toppdyst móti Neistanum sunnudagin.
Dysturin verður á Hálsi kl. 14:30.




