400 áskoðarar vóru í KÍ-høllini ídag at fylgja Stjørnuni í seinasta dystinum um føroyameistaraheitið 2004 og hóast Stjørnan frammanundan var meistari, so fingu áskoðararnir spenning til seinasta bríksl.
Tað var Neistin, ið kom best frá byrjanini, men skjótt tók Stjørnan leiðsluna í fyrra hálvleiki og hóast málmunurin ongantíð var stórur, so var hálvleiksstøðan 14-10 til Stjørnuna.
Í byrjanini av fyrra hálvleiki noyddist Lidia Vladic út orsakað av at hon fekk ein bólt á tummilin og tað løtuna settið Neistin ferð á . Hóast Neistin, tá Lidia fór út var afturút við trimum málum, so megnaðu tær at venda gongdini til eina tveymálsleiðslu 16-18 til Neistan.
Men við Lidiu aftur í málinum gekk støðugt framá aftur hjá Stjørnuni og endaliga úrslitið gjørdist 24-23 til Stjørnuna.
Tillukku við Føroyameistaraheitinum og Steypavinnaraheitinum.




