Í einum sannførandi vinnaraanda suðuri í Vági ídag, staðfesti Stjørnan at sterkasta hondbóltsliðið í kvinnudeildini er í Klaksvík. Tillukku Stjørnan!!!
Tær sterku og málrættaðu stjørnukvinnurnar hildu okkum áskoðarar norðanífrá rættuliga á pínubeinkinum suðuri í Vági ídag.
Hóast Stjørnan kom best frá byrjan, so megnaðu VB-kvinnurnar at kempa sær til eina leiðslu í dystinum. Hóast vit sum sótu uttanfyri kendu á okkum, at vit áttu betra liðið, eisini í øllum dystinum ídag, so var tað VB sum "gav tónan ann". Hálvleiksstøðan gjørdist 13-11 til heimaliðið VB.
Beinanvegin í fyrra hálvleiki kom Stjørnan uppá javnt, men so fór VB aftur framum, hóast Stjørnan framhaldandi vísti betra spælið. Men tá umleið 12 minuttir vóru eftir, av dystinum, var Stjørnan frammanfyri við trimum málum og NÚ hildu vit at sigurin var heima. Men gakk, bert tríggjar minuttir seinni var aftur javnleikur.
Stjørnan hevði tó alla tíðina gott tak á VB og minuttirnar sum eftir vórðu prógvaði betra liðið sína breidd og sínar royndir og vísti alt meira og meira at tað Stjørnan sum avgjørdi hvaðar føroyameistaraheitið skuldi.
Ein ótrúliga spennandi dystur endaði við uppibornum sigri til Stjørnuna á VB. 24-26 til Stjørnuna var endaliga úrslitið.
Tillukku Stjørnan!!!




