Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan gav meistarunum ein skarpan gang

Ítróttur

Dystarfrásøgn: Ein sera spennandi og undirhaldandi dystur millum Stjørnuna og verandi meistarar úr Neistanum í KÍ-høllini í kvøld endaði við javnleiki

Neistakvinnurnar løgdu fyri sum eitt óløgi. Við skjótum kontraspæli runnu tær heimaliði um koll ta fyrstu løtuna. Tað gingu 9 minuttir til Stjørnan fekk sítt fyrsta mál, men tá Neistin skorað fimm ferðrir.

Spakuliga fekk Stjørnan fóta sær. Verjuspælið bleiv betur, og tær góvu sær betur tíð í álopinum. Tá 20 minutir vóru leiktir, var støðan 7-5. Tað sum var eftir av hálvleikinum skiftust liðini um at skora. Hálvleiksstøðan var 12-9 til Neistan.

Góða gongdin hjá Stjørnuni helt fram í seinna hálvleiki, og tá 10 minuttir vóru leiktir, stóð á jøvnum 14-14. Tað sum eftir var av hálvleikinum gekk javnt á. Spenningurin var stórur. Tá ½ minuttur var eftir, stóð á jøvnum 19-19, og Stjørnan fór í álop. Tær góðu sær góða tíð, og endaði álopið við at spæla Jórun B. Nielsen upp til skot, men bólturin endaði á stongini, og so var dysturin liðugur.

Ikki kann sigast annað enn, at hetta var ein góð byrjan hjá Stjørnuni. Viðmerkjast skal, at Neistaliðið er viknað síðani seinasta kappingarár, serlig stórur er saknurin í stórskjúttanum Báru Hansen.

Stjørnunliðið tikist av vera væl betur fyri enn seinasta kappingarár, og ungu leikarnir á liðnum stóðu seg væl. Tóra Eliasen stóð seg sera væl í verjuni og Jancy Jacobsen gjørdist saman við Martu Belic toppskjútti við 4 málum.

Samanumtikið ein undirhaldandi dystur. Mongu væluppløgdu áskoðarnir fingu spenning fyri allar pengarnar.

Longu sunnudagin skullu Stjørnukvinnurnar aftur í eldin, tá tær á heimavølli taka móti StÍF.

Málskjúttar hjá Stjørnuni: Jancy Jacobsen 4, Marta Belic 4, Ella Petersen 4, Jórun B. Nielsen 2, Una Váðklett, Edith Hansen, Tóra Eliasen, Durita Thomsen og Simona Florea hvør sítt.

Málsjúttar hjá Neistanum: Lilja Mohr 4, Ása á Neystabø 4, Eir Berg 3, Marjun Damberg 3 Birita Jacobsen 2, Nicoleta R. Hansen 2 og Drós Ragnarsdóttir 1

Harleywoodpaint