Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stjørnan hevur aðalfund í kvøld

Oliver Joensen

Hondbóltsfelagið Stjørnan hevur aðalfund í skúlastovuni í KÍ-høllini í kvøld kl. 19.30. Skrá sambært viðtøkum felagsins. M.a. er nevndarval á skránni, fyri vali standa Sylvia L. Hansen og Durita K. Ljósstein.

Í innbjóðingini til fundin boðar Stjørnan frá, at framtíðarætlan fyri felagið verður viðgjørd. Her verður nok serliga hugsa um ætlaninar, um møguliga samanlegging/samstarv við Team Klaksvík.