Við einum sigri á VB í KÍ í kvøld, tryggjaði Stjørnan sær luttøku í steypafinaluni 5. árið á rað.
Men sigast má, at tað rak hart á kíkin hjá Stjørnuni í kvøld. Eftir at hava verið afturút nærum allan seinnapartin av fyrra hálvleiki, eydnaðist tað Stjørnuni at fara til hálvleiks við javnleiki 11-11.
Hóast málmunurin ongantíð bleiv stórur í seinna hálvleiki, so stýrdi Stjørnan gongdini og vann ein tryggan 25-21 sigur.
Tá Kyndil eisini basti Tjaldrinum í kvøld, so verður finalan ímillum Kyndil og Stjørnuna. Finaludysturin er settur at vera leiktur leygardagin 9. februar og Dómarafelagið sigur í kvøld í tíðindaskrivi at dómarar vera Kári Hansen, Runavík, 31 ár og Sámal Paulason, Hoyvík, 41 ár.




