Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan í Klaksvík – Team Klaksvík á Skála

Jákup Ósá

Stjørnan møtir oddaliðnum á heimavølli, meðan Team Klaksvík møtir næst aftasta liðnum á útivølli í dag.

Stjørnan møtir oddaliðnum á heimavølli, meðan Team Klaksvík møtir næst aftasta liðnum á útivølli í dag.

Enn standa tey bæði liðini úr Klaksvík á null stigum. Stjørnan hevur tapt stórt báðar dystirnar og so er spurningurin, um liðið kann gera okkurt óvæntað, nú oddaliðið Kyndil vitjar. Dysturin í KÍ høllini í Klaksvík byrjar kl. 15.00.

Team Klaksvík hevur eisini tapt báðar sínar dystir. Fyrri dysturin á útivølli endaði við stórtapi móti Kyndil, meðan seinni dysturin á heimavølli endaði við teprum tapi móti KÍF. Í dag møtir Team Klaksvík STÍF á Skála. STÍF er næst aftasta liðið við tveimum stigum. Dysturin á Skála byrjar kl. 16.00.

Viðkomandi grein:

Kristoffur: Eg hevði ikki væntað so vánalig úrslit