Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan knógvaði Tjaldur

Oliver Joensen

Tjaldur gav Stjørnuni ein skarpan gang, tá liðini hittust í Runavík ídag. Hálvleiksstøðan var 8-8. Í seinnahálvleiki gingu kreftirnar undan hjá heimaliðnum, og so kundi Stjørnan avgerða dystin og vinna 21-19.

Í einum sera sennandi og undirhaldandi dysti í Ítróttarhøllini í Runavík eydnaðist tað Stjørnuni at vinna 21-19 á Tjaldur. Tað vóru tvær vælskipaðar verjur, tveir sera vælleikandi málverjar, og eitt hav at brendum upplagdum málmøguleikum serliga hjá Stjørnuni, sum sermerktu dystin. Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, tó hevði Tjaldur hug at hava munin. Tað eydnaðist tó Stjørnuni at javna beint fyri hálvleik, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 8-8.

Hóast Stjørnan tók leiðsluna tíðliga í seinna hálvleiki, so gav Tjaldur ongantíð upp, tær stríddust væl, men sum hálvleikurin leið, gingu kreftirnar undan. Hópurin hjá Tjaldur er ov smælur. Tað vóru stórt sæð tær somu sjey sum vóru á vøllinum allan dystin, og tað verður stærvi móti einum so sterkum liði sum Stjørnan. Tað einu løtuna hevði Stjørnan eina leiðslu uppá 4 mál, men Tjaldur svaraði aftur, og fekk minkað um munin til tvey mál, men nærri komu tær ikki.

Dysturin endaði sostatt við einum tveymáls sigri til Stjøruna.

Harleyfacadeacryl