Bilar, fýrverk og ein rúgva av fólki tók ímóti Stjørnukvinnunum, tá tær íkvøld komu aftur við føroyameistarasteypinum, sum helst verður tað seinasta sum dúgvan flytur um fjørðin.
Rómurin var óførur norðuri á Varpinum, tá Stjørnan kom íland syngjandi og hevjandi føroyameistarasteypið hátt, sum tær júst høvdu fingið í Havn við at vinna tryggan sigur á nærmasta kappingarneytanum Neistanum.
Hóast útnyrðing við vindi og vátakava tóku tær avgerð um at ganga ígjøgnum allan býin og niðan í Ítróttarhøllina og hópur av trúgvum áskoðarum fylgdu.
Í høllini var sannur veitslurómur, har dekkað var, so fólk fingu eitthvørt smávegis at leska seg við og borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen var rættuliga í essinum við talu síni og fekk fleiri klappsalvur, tá hann rósti stjørnuleikarunum og Stjørnuni, og ikki minst var hann fagnaður, tá liðleiðarin hjá Stjørnuni Una Olsen varð rópt upp at taka ímóti gávukekki frá býráðnum, jú ein flottur gestus til stjørnurnar. Sum altíð var hornorkestrið eisini á blettinum og vegna leiðsluna í Klaksvíkar Ítróttarfelag, helt John William Joensen eisini røðu, har hann takkaði Stjørnuni fyri avbera avrikið.
Formaðurin í Stjørnuni Kristoffer Ragnarsson segði eisini nøkur orð og helt, at við hesum góða úrslitinum var eitt gott høvi hjá honum at lova yngri kreftum framat. Um hetta skal takast sum at hann nú fer frá sum formaður í Stjørnuni, kemur tíðin at vísa.




