Í 45 minuttir hevði Stjørnan leiðsluna í Coca Cola-dystinum móti Neistanum í dag. Seinasta korterið gingu kreftirnar undan hjá heimanliðnum, og Neistin kundi fara av vøllinum sum vinnari.
Skuldu stjørnukvinnurnar gera sær vónir at koma víðari í steypakappingini, so skuldi dysturin móti Neistanum vinnast. Og Stjørnan byrjaði eisini væl. Tær høvdu leiðsluna stórt sæð allan fyrra hálvleik. Hálvleiksstøðan var 14-13 til Stjørnuna.
Gongdin var tann sama fyrsta korterið av seinna hálvleiki. Stjørnan hevði munin, men tá uml. 15 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, kom Neistin framum 21-20. Stjørnan gjørdi nøkur mistøk, tá tær vóru í álopi, og tað bleiv straffað av Neistanum við skjótum mótálopum. Stjørnan royndi at svara aftur, men tað tyktist, sum at kreftirnar gingu undan. Seinastu tveir minuttirnar fekk Neistin trý mál, meðan Stjørnan onki mál fekk. Endaliga úrslitið gjørdist 25-30 til Neistin.
Við tapinum í dag er Stjørnan liðug í steypakappingini á hesum sinni. Men tær kunnu avgjørt taka nógv postivt við sær frá dystinum í dag. Álopsspælið gekk til tíðir heilt gott. Í verjupartinum vóru tær ikki nóg avgjørdar, og kostaði tað í fleiri førum brotskast til mótstøðuliðið.
Neistaliðið vísti seg av vera betur fyri fysiskt, og tað gjørdi munin.




