Í samband við at Stjørnan hevur fingið nýggjar høvuðsstuðlar verður skipað fyri samkomu í framsýningarhølunum hjá Føroya Banka við Klaksvíksvegin mikudagin, t.e. í morgin kl. 14.00
Á samkomu, sum sum sagt verður ímorgin mikudagin kl. 14.00 fara stuðulsavtalurnar at verða undirskrivaðar.
Høvi verður eisini í hesum sambandi at heilsa uppá stjørnukvinnurnar og at fáa eitt hugnaligt hondbóltsprát.
Stuðlarnir bjóða sjálvandi eisini ein kaffimunn við ábiti.




