icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stjørnan og H71 2 í dag

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá Stjørnuni leika teirra seinasta dyst í bólkaspælinum í steypakappingini á heimavølli ídag, og mótstøðuliðið er H71 2. Stjørnan er favorittur til at vinna dystin, og við einum sigri hava tær so gott sum tryggjað sær pláss í hálvfinalunum.                                                                                                                                    

Støðan í bólkinum er tann, at H71 1 liggur á odda við 4 stigum fyri tveir dystir, Stjørnan er á øðrum plássi við tveimum stigum fyri tveir dystir, meðan StÍF og H71 2 onki stig hava fyri ein dyst hvør. Vinnur Stjørnan í dag, koma tær uppá 4 stig, og so er tað, eftir okkara meting, bert ein teoretiskur møguleiki fyri, at StÍF kann taka annað plássið frá Stjørnuni. Skal tað henda, so skal StÍF vinna stórt í móti bæðir H71 og H72.                 

Dysturin í dag byrjar kl. 18.00.