Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan og H71hittast í steypakappingin

Norðlýsið Ítróttur

Týskvøldið kl. 18.30 verður dystur í steypakappingin hjá kvinnum í KÍ-høllini millum Stjørnuna og H71.

Stjørnan er í bólki við hvonnliðunum hjá Kyndil og VB og so H71, sum leikar í 1. deild. Tað hevur gingið gott hjá H71-kvinnuum higartil í hesum kappingarárinum. Tær hava leikt 8 dystir og vunnið teir allar.

Í hinum bólkinum eru Neistin, VÍF og StÍF. Skipanin er soleiðis, at liðini í hvørjum bólki leika ein dyst móti hvørjum øðrum, og tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki koma í fjóðringsfinaluna.

Í bólkinum hjá Stjørnuni er støðan tann, at Kyndil hevur leikt móti Stjrønuni og VB og vunnið báðar dystirnar. Móti Stjørnuni vann Kyndil 28-25, meðan tær vunnu 27-18 á VB. Stjørnan og H71 hava leikt ein dyst hvør, og sum nevnt so tapti Stjørnan 28-25 á útivølli móti Kyndil. H71 hevur leikt móti VB í Vági, og vann VB dystin 28-20.

Vinnur Stjørnan móti H71 týskvøldið, so fellur avgerðin um, hvørt tað verður Stjørnan ella VB sum saman við Kyndil koma í fjóðringsfinaluna, í Vági komandi sunnudag, tá Stjørnan vitjar VB.