Dysturin, í Sunset kappingini millum Stjørnuna og Kyndil í KÍ-høllini sunnudagin sum var ásettur til at verða kl. 15:00, er av serligum umstøðum fluttur til kl. 16:00
Tað eru toppur og botnur sum hittast, tá Stjørnan sunnudagin tekur móti Kyndli. Stjørnan liggur á odda við fullum stigatali, meðan Kyndil framvegis hevur fyrsti stigini til góðar. Tað var tó um reppið, at tað eydnaðist teimum at fáa stig á kontoina seinasta vikuskifti, tá tær leiktu móti StÍF, men tá samanumkom, dróg StÍF longra stráðið og vann dystin við einum máli.
Hóast Stjørnan má metast at vera favorittur til at vinna dystin, so er onki at ivast í, at Kyndlaliðið fer at stríðast fyri sínum møguleika. Tað er sera umráðandi fyri Kyndil at fáa stig, skulu tær ikki heilt missa sambandi við hini liðini, so talan kann gott blíva um ein spennandi og undirhaldandi dyst.




