Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan og Neistin hóskvøldið

John William Joensen

Nú byrjar hondbólturin aftur, og kvinnurnar hjá Stjørnuni leggja fyri við at leika móti Neistanum á heimavølli hóskvøldið kl. 18.30

Nú byrjar hondbólturin aftur, og kvinnurnar hjá Stjørnuni leggja fyri við at leika móti Neistanum á heimavølli hóskvøldið kl. 18.30

Eftir kappingarlok boðaði Stjørnan frá, at avtala var gjørd við Hendrik Gerster um, at hann næstu tvey árini skal venja besta kvinnuliðið hjá felagnum. Hendrik er ikki ókendur i felagnum. Hann hevur áður vant besta kvinnuliðið við góðum úrslitum.

Hópurin hjá Stjørnuni er stórt sæð tann sami sum seinasta kappingarár, umframt at Una Váðklett sum ikki leikti so nógv við seinsta kappingarár er við aftur frá byrjan við fullari megi, og tað sama er við Durita (Mikkelsen) Thomsen, sum í nøkur ár hevur búð í Tórshavn, men er flutt aftur til Klaksvíkar búgva.Herumframt hevur liðið fingið tilgongd av tveimum serbiskum leikarum.

Norðlýsið var í høllini týskvøldið tá stjørnukvinnurnar vandi, og har hittu vit venjaran. Hann metti, at Stjørnan hevði eitt gott lið, við fleiri ungum og evnaríkum leikarum. Hann segði, at tey høvdu vant nógv og hart síðani venjingarnar av álvara byrjaðu fyrst í august, og uppmøtining hevði verið góð, men tað tekur tíð, at byggja eitt nýtt lið upp.

Tað verður helst ein stór uppgáva at taka móti verandi meistarum úr Neistanum hóskvøldið, men Hendrik hevði góðar vónir, og vónaði hann, at viðhaldsfólkini møttu mannsterk upp fyri stuðla Stjørnuni. Hann minnist hvussu stuttiligt tað, tá var venjari her. Tað vóru rættuliga nógvir áskoðarar til heimadystirnar, sum stuðlaðu Stjørnuni væl, og stemningurin var fantastikur. Tað er onki at ivast í, at ein slíkur stuðul gevur leikarunum eyka kreftir.

Harleywoodpaint