Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan og StÌF í KÍ-høllini hóskvøldið

(Norðlýsið – Tíðindi)

Tað verða nummar eitt og fýra í Sunset-kappingini sum møtast, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni hóskvøldið taka móti StÍF.

Nú grundspælið í landskappinigini er gott ov væl hálvrunnið, liggja kvinnurnar hjá Stjørnuni á fremsta plássi við 8 stigum, meðan strandkvinnur á fjóðra plássið hava trý stig.

Eftir eitt minni gott avrik suðuri í Vági fyri 14 døgum síðani, reistu Stjørnukvinnurnar seg aftur seinasta mikudag við einum tryggum sigri á útivølli móti Kyndli. Ì tí dystinum var spælið hjá Stjørnuni í løtum gott, serliga var tað verjuspælið sum gekk væl. Kunnu tær finna góða spælið frá Kyndladystinum framaftur, og fáa lúka óneyðugu mistøkini burtur, so skuldi útlitini fyri einum góðum úrslitið hóskvøldið verið góð.

Hóast Stjørnan á papírinum er tað betra liðið, so skal StÍF als ikki undirmetast. Stjørnan hevur mangan havt tað trupult móti strandakivnnum. Tá liðini hittust á Skála herfyri, var tað við tógvi stríð, at Stjørnan vann.

Tað eru fleiri ungir og evnaríkir leikarar á liðnum hjá StÍF, sum støgut taka seg fram. So vit vænta ein góðan og undirhaldandi dyst, og vóna at áskoðarnir møta fjøllmentir at stuðla heimaliðnum.

Dysturin verður sum nevnt hóskvøldið og byrjar kl. 19:00