Sunnudagin koma nýkosnu steypavinnararnir og oddalið í 1. deild hjá kvinnum VB til Klaksvíkar at leika móti Stjørnuni.
Talan verður helst um ein truplan dyst hjá Stjørnuni, men tá liðini hittust í KÍ-høllini í innleiðandi umfarinum, vann Stjørnan. Um Stjørnan kann fáa spælið og stríðsviljan frá tí dystinum fram nú sunnudagin, so kann alt henda. Men brúk verður eisini fyri góðum stuðli frá áskoðarunum, so møtið fjølment.




