Sunnudagin kl. 15 verður dystur í KÍ-Høllini millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og VB
Hesi bæði liðini hava leikt nógvan javnar og spennandi dystir móti hvørjum øðrum gjøgnum tíðirnar. Seinast liðini hittust var suðuri í Vági. Talan bleiv um ein javnan og spennandi dyst, sum endaði við, at VB dróg longra stráðið og vann dystin 23-20.
Støðan í landskappingini er tann, at VB er á triðjaplássi við 13 stigum, meðan Stjørnan er fimta plássi við 6 stigum. VB er í harðari kapping við VÍF um triðja plássið, so at fyri tær er umráðandi at vinna. Við sigri á StÍF fyri 14 døgum síðani, lyftu stjørnunkvinnarnar seg av aftasta plássinum, og er tað onki at ivast í, at tær fara at gera alt tað, tær eru mentar fyri at koma longur uppá stigatalvuna.




