Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Stjørnan og VÍF í kvøld

Oliver Joensen

Í kvøld fáa kvinnurnar hjá Stjørnuni vitjan av VÍF. Hetta er seinasti dystur hjá liðnum báðum fyri jól. Støðan undan dystinum er tann, at Stjørnan saman við Neistanum liggur á triðja plássi við 14 stigum, meðan VÍF er á fimta plássi við 9 stigum.                                                                                                                                     

Stjørnan og VÍF hava higartil í ár leikt tveir dystir ímóti hvørjum, og hevur Stjørnan vunnið teir báðar. VÍF er við at byggja upp eitt nýtt lið, eftir at felagið ikki var umboðað í bestu kvinnudeildini seinasta kappingarár, og hevur liðið støðugt ment seg gjøgnum kappingarárið. Vit vænta ein javnan og spennandi dyst. Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 19.00.