Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan og VÍF sunnudagin

Oliver Joensen

Áhugavert verður at síggja hvussu leikur fer í KÍ-høllini sunnudagin kl. 15.00 tá fremstu kvinnuliðini hjá Stjørnuni og VÍF hittast.

Hóast VÍF liðið er nakað styrkt í mun til seinasta ár, so hava úrslitini higartil verið rættuliga misjøvn hjá teimum tær hava leikt tríggjar dystir, vunnið ein og tapt tveir. Fyrsti dysturin var á heimavølli móti Neistanum. Hetta gjørdist ein sera javnur og spennandi dystur, sum Neistin vann tepurt. Næsti dysturin varð leiktur móti Kyndli í Havn , og heldur óvæntað vann Kyndil tann dystin. síðani var VÍF á Skála og leikti móti StÍF, og úrslitið av hesum dystinum gjørdist ein greiður sigur til VÍF.