Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan sent klagu um dystin ímóti Neistanum

Oliver Joensen

Hendingin, tá Nicoletta R. Hansen slóg Báru S. Klakkstein í andlitið í fyrra finaludystinum ímillum Neistan og Stjørnina, hevur fingið Stjørnuna at senda Hondbóltsambandinum klagu.

Frá Stjørnuni frætta vit, at felagið kennir seg noytt at senda inn klagu um sera óheppna atburðin, tá Nicoletta R. Hansen í dystinum uttan orsøk slóg Báru S. Klakstein í andlitið.
Stjørnan sigur, at slíkur atburður kann ikki fara aftur við borðinum og hóast dómararnir hava sett seg í samband við Stjørnuna við umbering eftir dystin, tí teir ikki sóu tilburðin, so heldur Stjørnan at hetta ikki er nóg mikið og krevur at tilburðurin fær fylgjur.