Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stjørnan sigraði á Kyndil

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í kvøld verið i Havn og leikt í móti Kyndil, og úrslitið gjørdist ein 30-28 sigur til Stjørnuna.                                                                                                                                                                   

Hesi bæði liðini hava í hesum kappingarárinum leikt nakrar rættiliga javnar og spennandi dystir. Fyri kortum møttust liðini í aðrari hálvfinalnuni steypakappingini. Leiktir vórðu tveir dystir, og dróg Kyndil longra stráðið við at vinna annan hálvfinudystin 23-22, meðan seinni dysturin endaði við janvleiki 26-26. Sostatt var lagt upp til ein javnan og spennandi dyst í kvøld, og tað gjørdist tað eisini í móti endanum av dystinum. Tó var tað Stjørnan sum hevði munin so gott sum allan dystin. Hálvleiksstøðan var 14-11 til Stjørnuna.                                                                                                                                                       

Góða gongdin hjá Stjørnuni helt fram í seinna hálvleiki, eitt skifti hevði Stjørnan eina leiðslu uppá 6 mál, men so kom stígur í hjá Stjørnuni, og Kyndil fekk minkað um leiðsluna hjá Stjørnuni til tvey mál, men nærri komu tær ikki, og endaði dysturin sostatt við einum 30-28 sigri til Stjørnuna.

Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Duria C. Jojic 10, Tóra Eliasen 7, Iulia Navliko 5, Mina S. Henriksen 3, Oddvør Josephsen 2, Katrin Bertholdsen 2, og Malene Madsen 1