Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan skipar fyri ókeypisbussambandi

Oliver Joensen

“Til Havnar vit fara..” leygardagin skipar Stjørnan fyri ókeypis bussambandi til steypafinaludystin ímillum Stjørnuna og Kyndil, og sjálvandi fara vit at stuðla.

Í samband við steypafinaluna millum kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Kyndli í Havn leygardagin skipar Stjørnan fyri ókeypis bussambandi til Havnar og norðuraftur eftir dystin. Tilmelding á tlf. 217786 og 216213 innan kl. 21:00 fríggjakvøldið

Fimta árið á rað hava kvinnurnar hjá Stjørnuni leikt seg í steypafinaluna, og er mótstøðuliðið hesuferð Kyndil. Dysturin verður í Høllin á Hálsi og byrjar kl. 13:30. Undanfarin ár hava stjørnukvinnurnar fingið sera góðan stuðul frá sínum viðhaldsfólki, og tað vóna vit eisini verður hesuferð. Fyri at geva øllum, sum hava hug at koma at stuðla Stjørnuni, møguleikarnar at koma til dystin, skipar Stjørnan fyri ókeypis bussambandi til Havnar og norðuraftur eftir dystin. Farið verður frá KÍ-høllini leygardagin kl.11:00. Tilmelding innan kl. 21:00 fríggjakvøldið á tlf. 217786 ellan 216213.