Stjørnan sýndi ov óstøðugt spæl ídag og taptu tí tepurt við 19 málum ímóti 18.
Sigast má, at sigurin hjá Neistanum ídag ímóti Stjørnuni var uppiborin, ímeðan Stjørnan bert kann takka sær sjálum fyri ósigurin.
Tað byrjaði væl og Stjørnan kom beinanvegin framum, men hóast tað, so sýntist spælið hjá Stjørnuni longu frá byrjan at vera óstøðugt og hóast málmunurin við hálvleik bert var tvey mál fleiri til Neistan, so hevði Stjørnan verið 6 mál afturút og tað er alt ov nógv. At Stjørnan bert fær 7 mál í fyrra hálvleiki og 11 í seinna, er ikki Stjørnuni líkt. Men vit trúgva uppá at tær koma sterkt aftur. Dysturin í Klaksvík skal bara vinnast, so fáa vit ein triðja finaludyst og tað trúgva vit uppá.




